17. mars 2015

Lesur blaðstjórin ikki Sosialin?

Alt gott um Sosialin, men síða 2 í blaðnum er eitt løgið fyribrigdi


Á síðu tvey í Sosialinum verða persónar drignir fram, so blaðstjórin – í fluttari merking – kann sleppa at tveita spiltar tomatir og rotin egg eftir teimum.
 
Í gjár (16.03.2015) fekk eg ein umgang á tomatpallinum hjá Eiriki Lindenskov.
 
Dansandi illur
Blaðstjórin er dansandi illur um, at eg aftur havi ført fram alment, at Føroyar hava brúk fyri betri atgongd til ES-marknaðin við teimum 500 milliónum brúkarunum.
Hann er eisini firtin um, at eg sum fólkatingsmaður fyri Føroyar havi almannakunngjørt niðurstøðu úr kanning, sum vísir, at útflutningsvirði Føroya kann tvífaldast, um handilsviðurskiftini við Europasamveldið gerast fríari, og fyritøkur sleppa at framleiða og útflyta tilvirkaðar fiskavørur.
 
Eirikur Lindenskov skrivar soleiðis:
 
”Edmund Joensen er nú í tólvta tíma komin eftir, at landsstýrið eigur at fara at tosa beinleiðis við ES um marknaðaratgongd. Tað ljóðar so líkatil hjá honum, at ger landsstýrið tað, so kunnu vit – bara soleiðis uttan víðari – tvífalda útflutningsvirðið úr 6 milliardum upp í 12 milliardir.
 
Hví kemur hetta nú frá fólkatingsmanninum, sum hevur verið virkin í føroyskum politikki seinastu 27 árini?”
 
Blaðstjórin ber ósannindi
Mín ryggur er breiður, men eg noyðist at vísa á, at blaðstjórin talar/skrivar ósatt.
 
Ikki vil eg virka hástórur á nakran hátt, men um tað er nakar, ið hevur argumenterað fyri betri føroyskari atgongd til ES-marknaðin seinastu mongu árini, so er tað undirritaði.
 
Tíverri hevur tað fyri tað mesta verið fyri deyvum oyrum.
 
Í 2008 ómakaði eg mær at umrøða spurningin um betri marknaðaratgongd við ikki færri enn tveir ES-kommisserar: Leonard Orban úr Rumenia og Olli Rehn úr Finlandi. Rehn var kommisserur, ið stóð fyri at upptaka nýggj limalond í ES. Á tíðindafundi fingu miðlar kunning, skriv fór út til almenningin, politikarar vórðu kunnaðir osv.
 
Í bókini “Okkara maður á Christiansborg”, sum kom út í november, er eitt kapittul um marknaðaratgongd og fundirnar við kommisserarnar.
 
Stóð í Sosialinum
Eisini havi eg skrivað í bløðum um evnið. So seint sum 22. februar 2013 lat eg eina kronikk frá mær. Hvar mundi hon standa? Jú, mín sann um tað ikki var í Sosialinum.
 
Lesur blaðstjórin ikki sítt egna blað?
 
21. mai 2013 var sami boðskapur um marknaðaratgongd eisini í einari kronikk í Politiken.
 
Sum vinnulívsmaður havi eg arbeitt við hesum evni, og niðurstøðan í dag er hin sama: tann dag, ið handilsviðurskiftini við Europasamveldið gerast fríari, kemur ein slíkur vøkstur í føroyska búskapin, sum ikki er sæddur áður.
 
Stóru mongdirnar av uppisjóvarfiski seinnu árini hevur gjørt hesa mynd týðiligari, og føroyskar fyritøkur eru nú farnar at ressast. Hví? Tí marknaðaratgongdin má betrast.
 
Tað er so eisini orsøkin til, at eg enn eina ferð havi heitt á landsins leiðslu um at tala beinleiðis við ES-kommissiónina um betri marknaðaratgongd.
 
Fiskivinnunýskipan fyri allar føroyingar
Hetta – at økja útflutningsvirðið – er umráðandi í sambandi við ætlaðu nýskipanina av fiskivinnuni. Aðalmálið við nýskipanini má vera at tvífalda útflutningsvirðið. Farast má eftir inntøkunum – ikki minst í einum landi, sum koyrir við undirskoti.
 
Síðani má nýskipanin eisini tryggja, at allir føroyingar kenna ágóðan av inntøkunum í einum sosial-liberalum politikki. Fría vinnan skal í rímiligan mun vera við til at fíggja rakstur og vælferð í landinum.
 
Les Sosialin
Blaðstjórin má eftirkanna fakta, áðrenn hann eina aðru ferð fer á síðu 2 at bera ósannindi um mín person út til lesararnar.
 
Um ikki annað, so kann hann lesa Sosialin ordiliga.