16. februar 2015

Edmund Joensen á minningarhald eftir yvirgangsatsóknir í Danmark

- Mín luttøka í minningarhaldinum í Keypmannahavn vísir, at eisini Føroyar standa saman við Danmark ímóti yvirgangi og fanatismu, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður, sum í kvøld er við til at minnast tey, sum lótu lív í Keypmannahavn um vikuskiftið


Fløggini í Keypmannahavn og restini av Danmark eru á hálvari stong í dag, og í kvøld verður minningarhald fyri teimum báðum monnunum, ið lótu lív í yvirgangsatsóknunum um vikuskiftið.
 
Minningarhaldið verður uttan fyri mentanarhúsið ”Krudttønden” á Eysturbrúgv í kvøld kl. 20, danska tíð, og roknað verður við, at nógv fólk verða við.
 
”Krudttønden” er staðið, har ið ein yvirgangsmaður fyrst skjeyt ein filmsleikstjóra, fyri síðani at myrða ein durðavørð uttan fyri synagoguna í Krystalgade í Keypmannahavn.
 
Fólkatingsmaður Sambandsfloksins, Edmund Joensen, verður eitt føroyskt umboð í Keypmannahavn í kvøld.
 
- Samanhald er týðandi í hesum døgum, og mín luttøka í minningarhaldinum í kvøld vísir, at eisini Føroyar standa saman við Danmark ímóti yvirgangi og fanatismu, sigur Edmund Joensen.

Hann verður til staðar á Eysturbrúgv saman við øðrum fólkatingslimum, ráðharrum í donsku stjórnini og forsætisráðharranum.
 
- Teimum avvarandi vísa vit samkenslu, og sum borgarar í einum fríum og demokratiskum vesturheimi eiga vit eisini at vísa og verja tolsemi sum grundleggjandi virði í okkara parti av heiminum, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður.
 
Líknandi minningarhald verða í 10 øðrum býum í Danmark í kvøld.
 
DR2 sendir beinleiðis frá minningarhaldinum í kvøld, og sendingin byrjar kl. 18.00, føroyska tíð.