23. januar 2015

Nú smekkar yvirtøkufellan

Allar yvirtøkur av málsøkjum kosta krónur og oyru, og frameftir fara føroyskir brúkarar og skattgjaldarar at kenna fíggjarligu avleiðingarnar av yvirtøkum, ið gjørdar eru

Nýggjasta dømið um rokningar, ið gjaldast skulu, er avlurtingarpakkin og kostnaðurin av honum.

 

Landsstýrið hevur júst fingið at vita, at danskir myndugleikar gjalda ikki eitt oyra, tí Løgtingið hevur yvirtikið málsøkið. 

Hetta er ikki annað enn ein rímilig støða frá danskari síðu. Yvirtøkur skulu jú gjaldast við kassa 1.


Vit kunnu diskutera leingi, um avlurtingarpakkin er neyðugur ella ikki. Men líka mikið, hvør loysn verður vald, so endar rokningin hjá tær og mær. Annaðhvørt sum skattgjaldari ella brúkari av teletænastum. 

Yvirtøkur kosta klingandi mønt - og vælferð!

Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin