Hoyrdi tú stórtíðindini í útvarpinum á middegi í gjár, sunnudagin?
Yvirskriftin var: ”Einki høpi í útrokningum hjá Edmundi Joensen”.
Ein freistandi yvirskrift, sum tó onki hald hevur í veruleikanum.
Kostar 160 milliónir krónur
Tað fellur eftir øllum at døma kringvarpinum fyri bróstið, at undirritaði loyvir sær at vísa á, at okkara frammanundan hart fyrispenti landskassi ikki hevur rúm fyri at yvirtaka útlendingaøkið.
Legg til merkis, at útlendingaøkið fevnir um allar tilflytarar – eisini flóttafólk.
Mín meting er, at við einum føroyskum útlendinga- og flóttafólkapolitikki, sum er lutfallsliga líka ambitiøsur sum tann danski, so kann roknast við, at landskassin fær eina rokning á leið uppá einar 160 milliónir krónur - hvørt ár!
Metingin er grundað á tøl frá danska Rockwool Grunninum, sum eisini hava verið alment frammi og eru nógv umrødd í Danmark.
Tølini vísa, at tilflytarar (flóttafólk íroknað) frá ikki-vestanlondum í fjør kostaðu danska ríkiskassanum 16,6 milliardir krónur.
Tilflytarar frá vestanlondum (tey munnu sjáldan vera flóttafólk), eru eitt íkast til danska samfelagsbúskapin. Hesin bólkur skapar virðir fyri 3,8 milliardir krónur, men á botnlinjuni er, sum vera man, eitt stórt reytt tal, ið er samlaða útreiðslan til útlendingaøkið í Danmark.
Heimaarbeiðið manglar
Kringvarpið pástendur, at ”onki høpi” er í tølunum. Tað er sjálvandi ikki rætt.
Tað stutta av tí langa er, at tíðindaleiðarin í kringvarpinum, Liljan Weihe, sum átti nevnda innslag, annaðhvørt ikki hevur sett seg inn í ella ikki skilir útlendingaøkið.
Hon skrivar í sínum innslagi um at ”reinsa” tølini fyri flóttafólk. Hetta er púra misskilt, tí útlendingaøkið fevnir pr. definitión um ALLAR tilflytarar – EISINI flóttafólk. Tað vita øll, sum fáast við økið, og tað er eisini dokumenterað í §7 stk. 1 og 2 í útlendingalógini.
Sostatt er tíðindaleiðarin, Liljan Weihe, farin heilt galið í býin.
Villeiðandi upplýsingar
Av ókendum orsøkum kemur tíðindaleiðarin eisini við beinleiðis villeiðandi upplýsingum um støðuna á danska útlendingaøkinum.
Tíðindaleiðarin sigur seg vísa til tølini frá Rockwool Grunninum og skrivar soleiðis:
“… um vit hyggja at tølunum fyri allar tilflytarar, t.e. bæði úr vestanlondum og ikki- vestanlondum, so eru tilflytararar ein nettoinntøka hjá danska statskassanum”.
Tað, sum Rockwool Grunnurin í veruleikanum kemur til, er hetta:
- ”I 2014 forventes ikke-vestlige indvandrere og efterkommere i Danmark at bidrage med et underskud på 16,6 mia. kr. til de offentlige kasser”.
- ”Med den vestlige indvandring forholder det sig modsat, med et forventet positivt nettobidrag på 3,8 mia. kr. i 2014”.
- "Selv om 35 år vil den ikke-vestlige indvandring ikke netto bidrage til at løse velfærdssamfundets finansieringsproblem, som bl.a. følger af den demografiske udvikling med flere ældre og færre i den arbejdsdygtige alder".
Óneyðugt at yvirtaka útlendingaøkið
Orðaskiftið um at yvirtaka útlendingaøkið er koyrt av sporinum, og gruggið hjá Liljuni Weihe hjálpir ikki uppá støðuna.
Í grundini er hetta tó einfalt.
Um Føroyar ynskja at taka ímóti nøkrum neyðstøddum flóttafólkafamiljum, so ber tað væl til við verandi skipan.
Tað er gjørt áður, og tað kann gerast aftur – uttan at yvirtaka útlendingaøkið.
P.S.: Her eru tvær slóðir til tín, sum vilt lesa um hetta evnið. Onnur er til eina grein í Jyllands-Postinum, sum rættiliga pædagogiskt lýsir innihaldið í frágreiðingini frá Rockwool Grunninum. Hin slóðin er til sjálva frágreiðingina frá grunninum.
https://jyllands-posten.dk/indland/ECE6449723/5000-nye-ikkevestlige-indvandrere-koster-21-mia/
https://www.rockwoolfonden.dk/files/RFF-site/Publikations%20upload/Arbejdspapirer/Arbejdspapir_30_Final.pdf
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin