03. januar 2015

Gott nýggjár

Nýggjársheilsan frá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni

Góðu øll somul: gott nýggjár og takk fyri alt í árinum, sum fór. 

 

Politiskt royndist árið 2014 væl á Christiansborg, og á gáttini til nýggja árið skulu tit mongu, sum hava verið við til at gera úrslitini møgulig, hava eina hjartans takk. Uttan samstarv og góða hjálp gerst lítið.

 

2015 er enn eitt spennandi ár. 

 

Í Fólkatinginum ræður m.a. um at varðveita verandi virðismikil ríkisborgararættindi og at vinna føroyingum uppaftur fleiri rættindi í ríkinum.

 

Her heima í Føroyum eru búskaparligur stabilitetur og sosialur tryggleiki fyri allar borgarar umráðandi økir at røkja væl. Júst í hesum árum er gjørligt at fáa nógv burturúr av nýggjum inntøkum til samfelagið, um politikarar hava dirvi til at fremja reformar, eisini innan fiskivinnuna. Tíverri hava vit hoyrt ov nógv snakk og sæð ov lítið av handling, hvat ið hesum viðvíkur. 

 

Á vælferðarøkinum eru veldugar avbjóðingar. Livistøðið í Føroyum er t.d. munandi lægri enn tað danska, og um Føroyar framvegis skulu kalla seg eitt vælferðarsamfelag eftir norðurlendskum leisti, má eitt munagott arbeiði gerast. 

 

Um skynsamur politikkur verður førdur, ber nógv til í okkara góða landi. 

 

Við einari vakrari mynd av visitfaroeislands.com ynski eg føroyingum øllum - úti og heima og tvørtur um politisk mørk - alt tað besta í 2015. Ein serlig heilsan til allar FB-vinir.

 

Vh. Edmund