Vágafólk hava seinnapartin í dag høvi at frætta meira um og at ogna sær nýggju bókina hjá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni.
Bókin, sum kom út í gjár, tekur lesaran aftur um politiska tjaldið á Christiansborg og her heima í Føroyum.
Fólkatingsmaðurin leggur bókina fram í dag kl. 16.30 í Beitishúsinum í Miðvági, har ið fólk eisini hava høvi at ogna sær bókina signeraða.
Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin.
Nógv fólk tóku væl móti bókini í gjár, tá ið hon varð løgd fram í Havn og á Oyrarbakka.