Anna Falkenberg er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og hevur hóast ungan aldur longu drúgvar politiskar royndir.

Anna hevur verið forkvinna í ungmannafelagnum hjá Sambandsflokkinum, varaforseti í Norðurlandaráðnum fyri ung, og eisini hevur hon starvast í danska heilsu- og eldramálaráðnum. Seinastu árini hevur hon starvast sum politiskur ráðgevi hjá Edmundi Joensen á Fólkatingi.

Hetta er fyrsta setan á Fólkatingi hjá Annu Falkenberg, sum er onnur føroyska kvinnan, ið er vald beinleiðis á Fólkating.

Semjusøkjandi samstarv í Ríkisfelagsskapinum gevur búskaparligt støðufesti, vælferð og góð úrslit til Føroyar.

Vilt tú vita meira?

Arbeiðið á Fólkatingi fevnir víða og avgerðir verða tiknar, ið ávirka føroyingar – bæði í Føroyum og í Danmark.

Vitja Fólkatingið

19.03.2025

Bárður á Steig Nielsen afturvaldur og Anna Falkenberg næstforkvinna í Sambandsflokkinum

Á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum bleiv Bárður á Steig Nielsen afturvaldur til formann. Bárður á Steig Nielsen bleiv fyrstu ferð valdur til formann í 2015.
Bárður á Steig Nielsen afturvaldur og Anna Falkenberg næstforkvinna í Sambandsflokkinum
13.03.2025

Ríkisfelagsskapurin tryggjar sethúsaeigarum lægri rentu

Støða Føroya í ríkisfelagsskapinum hevur við sær, at tú og eg kunnu fáa eina lægri rentu, tá lán skulu takast. Hetta lættir sera nógv um hjá sethúsaeigarum, serliga í hesum døgum, tá sethúsaprísurin er høgur.
Ríkisfelagsskapurin tryggjar sethúsaeigarum lægri rentu
13.03.2025

Nevndarferð við UPN í Vietnam - Eitt føroyskt sjónarmið

Ferðin við Uttanlandsnevndini (UPN) í Vietnam hevur sett nakrar tankar í gongd. Her er ein gyltur møguleiki at styrkja føroysk sambond og áhugamál í einum týdningarmiklum parti av heiminum.
Nevndarferð við UPN í Vietnam - Eitt føroyskt sjónarmið
28.02.2025

Ábyrgdarloysið í verjumálum veksur fyri hvønn dag

Føroya Tele vil hava ein triðja sjókaðal afturat út í heim, og Landsstýrið tekur støðuna í álvara. Tað var boðskapurin í innslagi í Degi og Viku hóskvøldið 27. januar.
Ábyrgdarloysið í verjumálum veksur fyri hvønn dag
27.02.2025

Slava Ukraini!

Í dag eru trý ár síðani, at kríggj brast á í Evropa. Russland leyp á frælsu tjóðina Ukraina, og hóast Ukraina hevur barst manniliga móti diktaturstatinum í Russlandi, so hevur landið framvegis tørv á stuðli.
Slava Ukraini!
20.02.2025

Sambandsflokkurin á Fólkatingi sett gongd á málið um talgild koyrikort

Tað vóru gleðilig tíðindi at frætta, at Dennis Holm og føroysku myndugleikarnir eru sinnaðir at arbeiða saman við donskum myndugleikum, so tey føroysku talgildu koyrikortini kunnu brúkast í Danmark og umvent.
Sambandsflokkurin á Fólkatingi sett gongd á málið um talgild koyrikort
07.02.2025

Ríkisfelagsskapurin á breddanum í Fólkatinginum

“Tað er umráðandi, at vit í Danmark og í Føroyum kjakast um, hvussu viðurskiftini skulu skipast í Ríkisfelagsskapinum, tí broytingar mugu gerast”. Tað sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.
Ríkisfelagsskapurin á breddanum í Fólkatinginum
04.02.2025

Tað ræður um at vera fyrireikaður

Veruleikin er, at Norðuratlantshavið ikki longur er eitt lágspenningsøki. Eg hevði viljað, at tað ikki var so, men politikkur kann ikki byggjast á ynskir. Eg hevði viljað, at leiðandi politikkarar í Føroyum tóku hond um støðuna.